Um Vísindavøkuna
VÍSINDAVØKA SKAL KVEIKJA ÁHUGA FYRI VITAN
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking, menning og nýskapan og fyri granskingargrundaðari vitan í samfelagnum.
Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingar- og menningarheimin.
Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og onnur vitanarstarvsfólk síggja og hoyra, hvat tey arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Vísindavøkan 2025 verður tann 18. í røðini. Hon verður 26. september í Sjóvinnuhúsinum.
Á skránni verða framløgur, tiltøk og framsýningar bæði inni og úti. Umframt tiltøkini í Sjóvinnuhúsinum verður Vísindavøkan eisini á ferð við framløgum í vikunum upp undir Vísindavøkuna.