Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Tey ónøgdu mynda almenna kjakið
Tey ónøgdu mynda almenna kjakið
2021-09-16

Tey ónøgdu seta dagsskránna á facebook og øðrum sosialum miðlum. Meiningarnar eru avgjørdar, og orðalagið er hvast.

Men sosialu miðlarnir geva ikki eina sanna mynd av, hvat føroyingar halda. Tað vísa kanningar, ið Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt.

  • Tey, sum larma, skapa eina mynd av, hvat føroyingar halda. Vit fáa eina fatan av, at almenna hugsanin er tað, sum stendur á facebook, og sum fær flest likes.

  • Men fyri hvønn persón, sum gevur ilt av sær á facebook, eru kanska 80 ella 100, sum einki siga, men sum í høvuðsheitum eru væl nøgd við tað, sum landsins myndugleikar gera. Tað er galdandi ikki bert í mun til korona, men eisini aðrar samfelagsspurningar sum veðurlagsbroytingar og stovnsrøkt, sigur Heini í Skorni, útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.

Stórt álit á myndugleikar Søgu- og Samfelagsdeildin hevur staðið fyri tveimum kanningum í fjør og í ár, sum lýsa støðuna hjá føroyingum til korona-handfaringina og onnur samfelagsmál. Greiningarfyritøkan Lóður hevur stjórnað kanningunum, sum Granskingarráðið hevur fíggjað.

Fyrra kanningin í mai og juni í fjør snúðu seg mest um korona. 600 fólk millum 18 og 75 ár úr øllum landinum vórðu spurd, hvat tey hildu um handfaringina hjá myndugleikunum av koronakreppuni.

Hendan kanningin vísti, at føroyingar hava sera stórt álit á heilsumyndugleikunum og eisini á politisku skipanini.

Í seinnu kanningini í mai og juni í ár vórðu 800 fólk spurd um koronuhandfaringina hjá myndugleikunum og nú eisini um koppsetingina. Í hesi kanningini vóru eisini spurningar, sum skuldu lýsa hugburð hjá fólki til ymiskar samfelagsligar og vísindaligar spurningar, til dømis veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og veiðutrýst.

Eisini hendan kanningin vísir, at álitið á serliga heilsumyndugleikarnar, men eisini politisku myndugleikarnar er sera høgt í Føroyum. Tey allarflestu siga seg taka undir við átøkunum, sum myndugleikarnir hava framt í royndini at basa korona. Heili 85% í aldrinum 18-75 ár siga, at tey vilja lata seg koppseta.

  • Tað er eitt ótrúliga høgt tal, nógv hægri enn í flestu londum í Europa. Tað avmyndar als ikki tað, ið kemur fram á sosialu miðlunum, sigur Heini í Skorini.

Fólk vórðu spurd um koronuhandfaringina beint eftir, at G-festivalurin varð avlýstur í summar. Heini í Skorini óttaðist fyri, at tað fór at ávirka svarini, men líkt er ikki til, at tað hevði stórvegis týdning.

  • Á facebook vóru øll púra svøk um hetta. Men tá vit spurdu 800 fólk úr øllum Føroyum, so var hetta ikki tann myndin, vit fingu. Tað vísir, at samsvar er ikki millum, hvat tey flestu halda, og ta fatanina, ein fær av sosialu miðlunum og tosinum millum fólk.

  • Tey, sum ikki gera vart við sína hugsan, eru eftir øllum at døma nøgd. Men tey fara ikki á facebook og skriva, at landsstýrið hevur gjørt eitt framúr arbeiði. Tað eru tey ónøgdu, ið gera vart við seg og fáa likes á facebook. Tað skapar eina skeiva fatan av, hvat fólk halda í Føroyum, sigur Heini í Skorini.

Fleiri høgravend vilja ikki koppsetast Allir føroyingar hava nú havt møguleika at lata seg koppseta móti koronu. Men ikki øll, ið søgdu seg vilja koppsetast í kanningini, hava gjørt hetta enn. Serliga í aldursbólkinum 30 til 44 ár eru enn nógv, ið ikki eru koppsett.

  • Tað merkir tó helst í flestu førum ikki, at tey ikki vilja koppsetast. Tey ivast kanska, um tað er neyðugt, ella halda ikki, at tað hevur skund, tí tey eru ikki í eins stórum vanda sum tey eldru, um tey fáa koronu, sigur Heini í Skorini.

Kanningarnar hjá Søgu- og Samfelagsdeildini vísa, at tað er eitt ávíst samband millum politiska støðutakan og hugburð til koronahandfaring.

  • Korona hevur í rættiliga stóran mun sameint føroyingar tvørtur um politikk. Álitið á myndugleikarnar er stórt í øllum tí politiska landslagnum, tá tað snýr seg um handfaringina av koronakreppuni. Í seinnu kanningini eru vaksinurnar komnar inn í myndina, og tá sær eitt sindur øðrvísi út, men álitið á heilsumyndugleikarnar er framvegis øðiliga høgt.

Kanningin gevur eina ábending um, hvørji tey eru, ið ikki vilja koppsetast.

  • Tað eru serliga veljarar hjá Miðflokkinum og Framsókn, ið eru mest ímóti koppseting. Men annars vísir kanningin, at jú longri tú ert til høgru í politiskari áskoðan, jú meira sannlíkt er, at tú ikki vilt koppsetast.

  • Í øðrum londum eru tað fólk á báðum teimum ytstu politisku veingjunum, ið eru ímóti koppseting, men í Føroyum sær út til, at tað mest eru fólk á tí ytsta høgraveinginum, ið siga nei til vaksinu, sigur Heini í Skorini.

Kanningin vísir eisini, at tað mest eru fólk við lægri útbúgvingum, sum ikki vilja koppsetast. Jú hægri útbúgving fólk hava, jú meira sannlíkt er, at tey vilja fylgja ráðunum frá myndugleikunum um at fáa vaksinu.

Hagtølini fyri koppseting vísa eisini, at tað eru færri, ið verða koppsett í Norðoyggjum og í Eysturoynni enn í restini av landinum.

Myndugleikarnir fjala upplýsingar Nøkur vilja ikki koppsetast, tí tey halda, at myndugleikarnir fjala upplýsingar um, at vaksinurnar eru vandamiklar. Men tey eru ein lutfalsliga lítil bólkur í Føroyum.

Sambært kanningini halda 13% av føroyingum, at myndugleikarnir fjala týðandi upplýsingar um korona. Tað eru nógv færri enn í Danmark og í flestu øðrum londum í vesturheiminum.

  • Tann sonevnda antivaksara-rørslan hevur fylt nógv, men hon tykist at vera lítil, ið hvussu er her í Føroyum. Kanska tí at vit hava eitt so lítið og javnt samfelag, at vit ikki kunnu ímynda okkum, at løgmaður ella formaðurin í farsóttarnevndini vilja okkum nakað ilt. Men tað ber sjálvandi eisini til at síggja teir sum hentar býttlingar, sum dansa eftir onkrari pípu hjá teimum stóru heilivágsfyritøkunum, sigur Heini í Skorini.

Stórur munur á hugburði Munurin á hugburði millum føroyingar verður meira týðiligur, tá spurt verður um aðrar samfelagsspurningar enn korona.

  • Tá vit spyrja, um vit skulu lurta eftir serfrøðingum, tá tað snýr seg um veðurlagsbroytingar, umhvørvi og stovnsrøkt, síggja vit eina nógv ógvisligari polarisering. Og tá er týðiligur skilnaður millum norður- og eysturøkið og restina av landinum.

  • Politikkur, átrúnaður og landafrøði hanga neyvt saman í Føroyum. Hví tað er so, vita vit ikki rættiliga. Men okkurt bendir á, at fólk í Norðoyggjum og Eysturoy hava eina meira generella mistrúgv móti almennum myndugleikum.

  • Uppboðssøla merkir, at alt skal í almenna pottin í Kontórshavn. Veðurlagsbroytingar og umhvørvisvernd merkja avmarkingar fyri vinnulívið. Og nú vilja myndugleikarnir so eisini, at vit øll skulu vaksinerast. Hesin hugburður er ikki bert í norður- og eysturøkinum, men hann er sterkastur har, sigur Heini í Skorini.

Greinin er úr Vísindavøkublaðnum. Alt blaðið kann lesast her