Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Súsanna hevði bestu snarrøðuna
Súsanna hevði bestu snarrøðuna
2020-11-10

Súsanna Poulsen, umhvørvisevnafrøðingur á Umhvørvisstovuni hevði bestu snarrøðuna á Vísindavøkuni 2020. Røðan hjá henni snúði seg um luftkanningar í Føroyum.

Hon greiddi stutt og greitt frá luftmátingarstøðunum, sum Umhvørvisstovan savnar dátur frá, og hvørjum dálkingarevnum tey halda eyga við.

Niðurstøðan av mátingunum er, at nøgdirnar av dálkandi evnum ongantíð enn hava nærkast altjóða ásettu markvirðunum.

Fýra granskarar luttóku í snarrøðukappingini. Tey høvdu 150 sekund hvør at røða um sítt evni.

Dómsnevndin var samd um, at Susanna Poulsen skuldi vinna kappingina. Røðan hjá henni var væl skipað og greið. Hon hevði eina fangandi byrjan og svaraði á nøktandi hátt spurninginum, ið varð settur.