Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Sig okkum tína hugsan um Vísindavøkuna 2020
Sig okkum tína hugsan um Vísindavøkuna 2020
2020-11-12

Vart tú til tiltakið Vísindavøka á ferð ella til tiltøkini í Kongshøll 6. november? Ella vart tú ein av teimum, sum fylgdi framløgum á netinum? Vit vilja fegin vita, hvat tú heldur um Vísindavøkuna og hvussu vit kunnu skipa hana enn betri frameftir.

Tú kanst siga tína hugsan her

Vit kasta lut millum tey, sum hava svarað, um eitt gávukort á 1.000 kr. 1. desember 2020.

Um tú ynskir at vera við í lutakastinum, mást tú skriva tín teldupost í síðsta teigin í kanningini.

Hóast tú upplýsir okkum teldupost, verða øll svar viðgjørd í trúnaði.

Framløgurnar eru tøkar á netinum

Tað ber til at síggja upptøku av framløgunum í Kongshøll her her

Seinni í vetur og komandi vár fer Kringvarpið at senda einstøku framløgurnar í KVF.