Vísindavøkubúmerki
Leita

Tíðindi

Debes H. Christiansen fekk ársins miðlaheiðursløn 2020
Debes H. Christiansen fekk ársins miðlaheiðursløn 2020
2020-11-07

Á Vísindavøkuni 6. november varð kunngjørt, at Debes H. Christiansen fekk ársins miðlaheiðursløn.

Talan er um heiðursløn, sum Granskingarráðið letur á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling av gransking.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Í nevndini eru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Í nevndini vóru Jón Brian Hvidtfeldt, Bergur D. Hansen og Dagmar Joensen Næs.

Bergur D. Hansen, segði soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

”Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2020 verður latin

Debes Hammershaimb Christiansen,

granskara og deildarleiðara á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Dómsnevndin metir, at Debes Christiansen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.

Tá koronufarsóttin rakti landið í vár, hevði hann longu fyrireikað seg, so hansara gransking kom øllum føroyingum til góðar og skapti virðing bæði herheima og úti í heimi.

Umframt at hava avgerandi leiklut í førleikunum hjá okkara samfelag at koronukanna hevur hann eisini megnað at sett á dagsskránna, at vit í Føroyum sjálvi mugu vera før fyri at hava heilsufrøðiligt eftirlit. 

Debes Christiansen hevur dugað væl at greitt frá torskildum evnum á einfaldan hátt.

Hann hevur gávumilt deilt út av sínum sjónarmiðum og síni vitan, bæði í føroyskum miðlum, á kjakfundum og í útlendskum miðlum, sum hava skrivað nógv um veterinerin, ið bjargaði pinkulingalandinum, tá korona fór at ganga.

Við sínum framskygni og perspektivering av granskingini hevur hann givið nógvum fólki nýggja fatan av týdninginum, ið gransking hevur fyri samfelagið..”

Umframt heiðursbrævið fær Debes H. Christiansen 5.000 kr.