Ymiskt
Fyri at eggja øllum at koma runt ymsu støðini og síggja tað, sum var á skránni, skipaðu vit fyri eini vitanarveiðu. Hon varð skipað sum ein kapping við 10 støðum, sum vit viðmæltu øllum at vitja.
Støðini vóru merkt við QR-kotum, sum kundu skannast við fartelefon, raðfylgjan hevði ikki týdning. Tá allar 10 koturnar vóru skannaðar, bar til at skráseta ein teldupost og vera við í einum lutakasti. Vinningurin var eitt gávukort á 500 kr.
Tey, sum ikki høvdu fartelefon, kundu í staðin fáa ein seðil at skriva navnið á teimum 10 støðunum og teldupostin á. Hesin seðil skuldi koyrast í ein kassa í framsýningarhølinum. Hesi vóru eisini við í lutakastinum.
Drigið varð millum øll, sum høvdu luttikið í vitanarveiðuni, aftaná Vísindavøkuna. Vinnarin varð Jonna Holm.
Á Vísindavøkuni 2018 skipaði Granskingarráðið fyri eini spurnakapping við spurningum frá Gapminder.
Spurningarnir vóru m.a. um hvussu nógv av 1 ára gomlu børnunum í dag eru koppsett móti onkrari sjúku og hvør væntaði miðallivialdurin fyri allar heimsins íbúgvar er.
Svarini fært tú við at royna ensku útgávuna á Gapminder.org. Svarar tú alt rætt, fært tú eitt prógv sendandi.
Á fleiri Vísindavøkum hava verið kappingar um skjótast at byggja eitt ethanol-mýli. Rúmligi mýl-strukturin er ikki ólikur hundi.
Visti tú, at gólvið í SMS er gamal havbotnur við fossilum av fornum høgguslokkum? Hetta fingu tey at vita, sum vitjaðu tiltakið Vitan á Skák í SMS í februar 2010.
Í reyðbrúna gólvinum í SMS finnur tú nakrar serligar strikur skapaðar sum bein horn. Hetta eru fossilir av einum djóraslagi, sum minnir um fornhøgguslokkar. Djóraslagið eitur Orthoceras. Grótslagið, sum gólvflísarnar eru gjørdar úr, er kálksteinur úr Ølandi í Svøríki.
Í sambandi við tiltakið Vitan á skák í SMS í 2010 gjørdi Havstovan tilfar um nytrur. Her var greitt frá, at nytrur vísa aldurin á fiski, eins og árringar í einum viðarbuli.
Nytur í hendi kallaðst spæl við nytrum, sum var púra vanligt fyrr, men sum nokk ikki er so kent longri. Her er uppskrift sum vit hava fingið frá Havstovuni. Spælið stendur eisini í bókini Føroysk Barnaspøl hjá Mariusi Johannesen frá 1979.