Tíðindi

Vísindavøkan á ferð kring landið

Í ár fer Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 15. til 22. september. Talan verður um fýra tiltøk, á Sandi, í Runavík, í Klaksvík og í Sørvági, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tvær-tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður at fáa.

Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fýra ymisk tiltøk.

Sands Bókasavn mikukvøldið 15. september kl. 19

"Skolen settes paa Sands.” Ætlan um bygdaskúlar í Føroyum 1737. Jákup Reinert Hansen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Føroyska undirgrundin sum CO2 goymsla Óluva R. Eidesgaard, Jarðfeingi

Náttúruyrking frá landslagi til vistfrøði Malan Marnersdóttir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 20. september kl. 19

Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin - Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys av olju. Kári Mortensen, Umhvørvisstovan

Samstarvið millum frítíðarskúla og skúla: Hvat riggar, og hvat krevur ábót? Rúna í Skála, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

"Beware of little expenses; a small leak will sink a great ship”: a case study of the North Atlantic pelagic fisheries Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 21. september kl. 19

Føroyskur fiskivinnupolitikkur seinastu gott 40 árini Hans Ellefsen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Náttúran í Koltri Jón Aldará, Tjóðsavnið

Í Roynd og Veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg? Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 22. september kl. 19

Føroysk purisma Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Í Roynd og Veru: Grundvatn - Hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni og leiklutin, sum vatnið hevur í samband við jarðhita. Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum